
Barna– og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini
Tú kanst lesa meira um virksermið hjá Spírum, við at trýsta á evnini niðanfyri.
Spíraløtur
Kring landið eru 30+ sunnudagsskúlar, ið eru knýttir at Spírum. Hvørja viku eru sunnudagsskúlar í kirkjum og missións- og meinigheitshúsum kring landið.
Vit veita tilfar og íblástur til sunnudagsskúlarnar kring landið og koma fegin út at vitja sunnudagsskúlarnar.
LEIÐARAMENNING
Góðir leiðarar eru av allarstørsta týdningi fyri eitt gott
sunnudagsskúla- og juniorarbeiði. Tí leggja vit stóran dent á at menna leiðarar í staðbundnu arbeiðunum. Annaðhvørt ár skipa vit fyri ráðstevnu fyri sunnudagsskúla- og juniorleiðarar.
Trýst á kortið, fyri at síggja hvar tú finnur sunnudagsskúla- og juniorarbeiðir kring landið.
SpíralEGUR
Spíralegur eru summarlegurnar í Nesvík og kring landið.
Spíralegur eru fyri børn í 2.-7.fl.
Á øllum legunum eru bíbliutímar, ymiskir aktivitetir, hugnaløtur og nógv annað á skránni. Her koma børn úr øllum landinum, so til ber at fáa nógvar nýggjar vinir.
Millingar / SPROTAR / JUNIORAR
Kring landið eru 10+ millingabólkar (juniorbólkar) fyri børn í 4.-7. flokki, ið eru knýttir at Spírum.
Árliga samlast millingar úr øllum landinum á millingalegu í Nesvík til góða undirvísing og góðan hugna.
Spírafamiljan
Spírafamiljan er familjuarbeiðið hjá Spírum.
Vit skipa fyri tiltøkum, har familjur kunnu hugna sær saman við øðrum familjum, samstundis sum tey kunnu vaksa saman í trúnni. M.a. eru tvær familjulegur í Nesvík um árið; ein um veturin og ein um várið, 60+ tiltøk og hjúnatiltøk.
Spírasangur
Nøkur staðbundin barnaarbeiðir kring landið skipa fyri øðrum virksemi millum børn, sum við sangi, leiki ella øðrum. Barnakór og -ringar eru eisini ein góður háttur at samla børn at um allarbesta vinin – Jesus.
(Yvirlit yvir barnakór og barnaringar)
SANGFAGNAÐUR
Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni, sum vit kenna tað frá flestu legum.
Sangfagnaðurin er hósdag til leygardag í heystfrítíðini.
Legan er fyri børn í 3.-7. flokki.
Spíravarp
Spíravarp framleiðir føroyskt, mennandi, kristiligt barnatilfar við TEKN TIL TALU, sum hóskar til ØLL BARNAHØVI.

Spíramissión
Nøkur staðbundin barnaarbeiðir kring landið skipa fyri øðrum virksemi millum børn við serligum endamáli sum t.d. at stuðla verkætlanum í altjóða missión.
Spírar vil kveikja hugin hjá børnum og familjum at verða við í missiónsarbeiði, m.a. við at sunnudagsskúlarnir kring landið hvørt ár savna pengin inn til SAT-7 Kids.
SAMBAND
Hevur tú fyrispurningar, rís ELLA rós, SET TEG Í SAMBAND VIÐ OKKUM Á:
SPIRAR@SPIRAR.FO
VIVIAN
SÓLFRÍÐ MARIA
SIGRUN



LEIÐARI
Vivian@spirar.fo
224249
SAMSKIPARI
solfridmaria@spirar.fo
263563
RÁÐGEVI
sIGRUN@spirar.fo
283112
LES MEIRA

Vivian Ole-Jacobsen úr Sørvági hevur síðan 1. mai 2026 verið leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, har hon hevur yvirskipaðu ábyrgdina av barna-, junior- og familjuarbeiðinum.
Hon hevur í nógv ár verið virkin í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági, har hon hevur havt sunnudagsskúla, barnakór, summarlegur og junior- og ungdómsarbeiði.
Somuleiðis hevur hon verið ein av kórleiðarunum til Sangfagnaðin síðan tiltakið byrjaði í 2016.
Fakliga hevur hon kandidatútbúgving innan búskap og arbeiddi í 12 ár á roknskapar- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways, har hon hevur góðar royndir innan leiðslu, fíggjarstýring og organisatión.
Vivian býr í Sørvági við manni og trimum børnum.
LES MEIRA

Sólfríð Maria í Rók úr Sandavági starvast sum samskipari á Spírum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini við at menna barna- og familjuarbeiði innan miðlaøkið.
Við Spírum arbeiðir hon fyri at skapa trygt, mennandi og spennandi innihald, sum bæði undirheldur og gevur børnunum nakað gott við á leiðini. Hon hevur bygt upp og ment “Spírar” síðan byrjan, har dentur verður lagdur á kreativa og mennandi barnamiðlaframleiðslu.
Sólfríð Maria hevur bachelor sum fólkaskúlalærari og er útbúgvin miðlatøkningur. Í lærutíðini hjá Kringvarpi Føroya fekk hon nógvar royndir innan barnaframleiðslur. Eisini hevur hon verið serliga virkin innan tónleik bæði í skúlum, samkomum og í fríðtíð.
Sólfríð Maria býr í Sandavági við manni og trimum børnum.
LES MEIRA

Sigrun Mikkelsen úr Sørvági er ein av teimum mest royndu og virknu persónunum innan kristiligt barna- og familjuarbeiði í Føroyum. Hon starvast sum barna- og familjuráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, har hon arbeiðir við at styrkja og stuðla barna-, junior- og familjuarbeiðinum kring landið.
Sigrun hevur í áratíggju verið virkin í sunnudagsskúlaarbeiði og hevur sitið í landsnevndini fyri sunnudagsskúlaarbeiðið í 40 ár, har hon var forkvinna í átta ár. Eisini hevur hon verið við til at skipa fyri SIMBA summarleguni í Vágum síðan miðskeiðis í 1980’unum.
Í heimbygdini hevur hon havt ein týðandi leiklut í barnaarbeiðinum, og byrjaði at hjálpa til í sunnudagsskúlanum sum 13 ára gomul, gjørdist leiðari sum 18 ára gomul og hevur verið virkin líka síðani. Haraftrat hevur hon staðið fyri barnakórinum í Libanon í Sørvági síðan fyrst í 1980’unum.
Sigrun er útbúgvin bankaatstøðingur og hevur arbeitt við tí í 48 ár; tey síðstu nógvu árini sum privatur kundaráðgevi.
Sigrun býr í Sørvági við manni, hevur trý børn og 7 ommubørn.


