SAMBAND

Hevur tú fyrispurningar, rís ELLA rós, SET TEG Í SAMBAND VIÐ OKKUM Á:

SPIRAR@SPIRAR.FO

VIVIAN

LEIÐARI
Vivian@spirar.fo
224249

LES MEIRA

Vivian Ole-Jacobsen úr Sørvági hevur síðan 1. mai 2026 verið leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, har hon hevur yvirskipaðu ábyrgdina av barna-, junior- og familjuarbeiðinum.

Hon hevur í nógv ár verið virkin í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági, har hon hevur havt sunnudagsskúla, barnakór, summarlegur og junior- og ungdómsarbeiði.

Somuleiðis hevur hon verið ein av kórleiðarunum til Sangfagnaðin síðan tiltakið byrjaði í 2016.

Fakliga hevur hon kandidatútbúgving innan búskap og arbeiddi í 12 ár á roknskapar- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways, har hon hevur góðar royndir innan leiðslu, fíggjarstýring og organisatión.

Vivian býr í Sørvági við manni og trimum børnum.

SÓLFRÍÐ MARIA

SAMSKIPARI
solfridmaria@spirar.fo
263563

LES MEIRA

Sólfríð Maria í Rók úr Sandavági starvast sum samskipari á Spírum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini við at menna barna- og familjuarbeiði innan miðlaøkið.

Við Spírum arbeiðir hon fyri at skapa trygt, mennandi og spennandi innihald, sum bæði undirheldur og gevur børnunum nakað gott við á leiðini. Hon hevur bygt upp og ment “Spírar” síðan byrjan, har dentur verður lagdur á kreativa og mennandi barnamiðlaframleiðslu.

Sólfríð Maria hevur bachelor sum fólkaskúlalærari og er útbúgvin miðlatøkningur. Í lærutíðini hjá Kringvarpi Føroya fekk hon nógvar royndir innan barnaframleiðslur. Eisini hevur hon verið serliga virkin innan tónleik bæði í skúlum, samkomum og í fríðtíð.

Sólfríð Maria býr í Sandavági við manni og trimum børnum.

SIGRUN

RÁÐGEVI
sIGRUN@spirar.fo
283112

LES MEIRA

Sigrun Mikkelsen úr Sørvági er ein av teimum mest royndu og virknu persónunum innan kristiligt barna- og familjuarbeiði í Føroyum. Hon starvast sum barna- og familjuráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, har hon arbeiðir við at styrkja og stuðla barna-, junior- og familjuarbeiðinum kring landið.

Sigrun hevur í áratíggju verið virkin í sunnudagsskúlaarbeiði og hevur sitið í landsnevndini fyri sunnudagsskúlaarbeiðið í 40 ár, har hon var forkvinna í átta ár. Eisini hevur hon verið við til at skipa fyri SIMBA summarleguni í Vágum síðan miðskeiðis í 1980’unum.

Í heimbygdini hevur hon havt ein týðandi leiklut í barnaarbeiðinum, og byrjaði at hjálpa til í sunnudagsskúlanum sum 13 ára gomul, gjørdist leiðari sum 18 ára gomul og hevur verið virkin líka síðani. Haraftrat hevur hon staðið fyri barnakórinum í Libanon í Sørvági síðan fyrst í 1980’unum.

Sigrun er útbúgvin bankaatstøðingur og hevur arbeitt við tí í 48 ár; tey síðstu nógvu árini sum privatur kundaráðgevi.

Sigrun býr í Sørvági við manni, hevur trý børn og 7 ommubørn.

FYLG OKKUM

Privatlívspolitikkur