Spæl sjálvvirkandi
Blandaðir sangir

Lít á Gud

1) Í sunnudagsskúlanum hoyri eg
um Guð, sum elskar og leiðir meg.
Men ikki altíð tað er so lætt,
at gera tað, sum eg veit, er rætt.

Ábraham úr sínum heimlandi fór,
tí at Guðs ætlan við honum var stór.
Í lýdni gekk hann, og Sára við.
Og Guð var altíð við teirra lið – o, o,

Lít á Guð! Eins og Ábraham og Sára.
Óttast ei! Saman alt tit kunnu klára.
Guð er skjøldur tín og verja,
hann vil óttan niður berja.
Lít á Guð!
Stóra signing fært í lut.

2) Í sunnudagsskúlanum hoyri eg
um Guð so sterkan og undrini.
Men ofta eg tó kann gloyma tað,
at alt er gjørligt, ja, enn í dag.

Sára var gomul, men lyftið var stórt:
“Son skalt tú eiga” – tað ljóðaði ørt!
Hon flenti, tí tað ógjørligt var,
men árið eftir hon Ísak bar – o, o,

Lít á Guð!…

3) Í sunnudagsskúlanum biði eg
til Guð sum elskar og hoyrir meg.
Mítt lív eg leggi í hansar’ hond
og líti á, at hann er í nánd.

Brúgv) Hví skal eg ivast í, um Guð er mær nær?
Hví skal eg óttast, at tey flenna at mær?
Hví skal eg ivast í, um bøn broyta kann?
Hví skal eg óttast? Okkar’ pápi er hann!
Hví skal eg ivast í, um trúgvin meg ber?
Hví skal eg óttast, tá tað fullgjørt jú er?

Lít á Guð!…


Orð og lag: Hallgerð Brim
Sangur: Hallgerð Brim og Símun Christian Olsen
Tónleiksframleiðsla: Símun Dam

Tekn til talu: Hervør Sabina á Torkilsheyggi